Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungir dreingir á floti

Jákup Ósá

Mikudagin vóru tveir 13-14 ára gamlir dreingir á Boroyavík og settu gørn. Makrelur og sild kom í.

Mikudagin vóru tveir 13-14 ára gamlir dreingir á Boroyavík og settu gørn. Makrelur og sild kom í.

Tað vóru 13-14 ára gomlu Pól Eyðfinn Poulsen og Martin Johannesen, sum vóru farnir at draga gørn. Teir høvdu sett tey dagin fyri. Helst skulu gørnini standa eina nátt. Teir høvdu sett eitt makrel garn, eitt silda garn og eitt seiða garn. Tá teir komu inn eftir aftur, høvdu teir fingið bæði makrel og sild. Spurdir, hvat teir fóru at gera við hetta, søgdu teir, at helst fór tað at vera brúkt til agn. Á bryggjuni tóku m.a. pápi og abbi spentir ímóti.

Teir høvdu ætlanir um at fara út aftur beinanvegin at seta gørnini av nýggjum, men helt longur inni. Sum myndirnar vísa, so gjørdu eisini aðrir dreingir bát kláran at fara á flot.