Vit heysta fruktirnar av miðvísum ungdómsarbeiði, sigur formaðurin í NSÍ, Dánjal Petur Hansen, sum í morgun undirskrivaði sáttmalar við tríggjar ungar spælara.
SÍ hevur nú gjørt sáttmála við tríggjar av teimum ungu evnaríku leikarunum í felagnum, Klæmint Olsen, Jann Martin Mortensen og Øssur Dalbúð, skrivar heimasíðan hjá NSÍ í morgun.
NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við 16 ára gamla Klæmint A. Olsen, sonur Andras Oslen í Rituvík, 17 ára gamla Jann Martin Mortensen, sonur Trygva Mortensen og 18 ára gamla Øssur Dalbúð, sum er sonur Meinhard Dalbúð.
– Teir eru allir uppvaksnir í felagnum og hava allir eisini verið partur av Formulahópinum hjá NSÍ í ár og hava klárað seg væl, sigur ein sera fegin formaður.
– Teir eru baði føddir og uppvaksnir í felagnum og tí er týdningarmikið at vit varðveita teir, og tað gera vit nú í hvussu so er til og við kappingarárið 2008.




