Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unglingadeildin: KÍ-Skála 7-1: KÍ unglingar vunnu stórsigur á Skála

Norðlýsið ÍTROTTUR

Unglingaliðini hjá KÍ og Skála leiktu landskappingardyst mikukvøldið við Djúpumýru, har heimaliðið vann ein 7-1 stórsigur.

Mikukvøldið leiktu unglingarnir hjá KÍ landskappingardyst ímóti Skála.

Kappingin hevur higartil verið eitt sindur misjøvn. Liðið hevur vunnið 5 og tapt 5 dystir og liggur í miðjuni á stigatalvuni við 15 stigum, meðan oddaliðið, NSÍ, hevur 27 stig.

Mikukvøldið var tó eingin ivi um sigurin. KÍ vann dystin 7-1 á Skála, sum fyri tað mesta vardi seg ímóti støðuga KÍ-trýstinum.

Vit tóku nakrar myndir av dystinum í góðveðrinum við Djúpumýru.