Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unglingalandsliðið í badminton til Danish Junior Open

Tíðindaskriv

Í døgunum 13.-17. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum. Hetta er fimta árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur valt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar á middegi týsdagin.

Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:

U13

Adhya Nandi, HBF – Miriam í Grótinum, HBF – Hans Elttør, KBF

U15

Mona Rasmusdóttir, ÍF – Jensa Tórolvdóttir, ÍF – Sissal Thomsen, HBF – Lena Maria Joensen, KBF – Ari M. Jacobsen, KBF – Ari Nandy, MBF – Árant á Mýrini, MBF – Jónas Djurhuus, HBF – Rúni Øster, HBF

U17/19

Gunnva Jacobsen, HBF – Dann Fróðason, MBF – Bartal Poulsen, VÍF – Rani í Bø, KBF – Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF – Magnus Dal-Christiansen, HBF