Í froskmannabúnum stuttleika nakrir ungir klaksvíkingar sær, tá teir leypa av bryggjuni, av bátum og av skipum á bláman
Nakrir ungir kappar hava leita sær oman á bryggjuna fyri at stuttleika sær. Teir eru allir ílatnir froskmannabúna og hava eittans mál: at leypa á bláman. Teir hava verið úti fyrr og spælt sær, við at leypa av bryggjuni og eisini við at fara longur uppeftir.
Sum myndirnar eisini vísa, so hugna unglingarnir sær nógv á vánni. Teir síggja eitt sindur kaldir út, men hava tó hvør sum ein eitt breitt smíl á andlitinum.
Dreingirnir siga, at teir í meir enn eina viku hava lopið útfrá ymiskum bátum og skipum. Eisini hava teir lopið útav stativinum á Bjargingarstøðini á Borðoyarvík. Ikki tí, teir hava eisini royndir við at verða uppi á Borðoyarvík á vetrartíð.
Fyri at fáa eitt sindur meira spenning, enn bert við at leypa av bryggjuni, so leita teir sær umborð á onkran bát ella okkurt skip. Soleiðis sleppa teir longur upp og økir hetta óivað um spenningin, tá teir leypa og verður adrenalin kikkið harvið eisini størri.
Í kvøld er tað Stígarbrúgv, sum verður nýtt til at sleppa sær eitt sindur uppeftir. Teir byrjaðu at leypa framav bakkanum, men leitaðu longur upp fyri at fáa enn meira spenning, og endaðu við at leypa av brúgvartakinum.
Teir siga, at tað er sera stuttligt at hoppa á sjógv, serliga tá teir sleppa eitt sindur uppeftir. Hetta gevur okkum eitt lítið kikk. Onkur helt fyri, at tað er eins og innvølurin verður trýstur upp í bringuna. Ein annar, kanska eitt sindur skemtiliga, helt fyri at tað kitlar í einum ávísum stað, sum ikki neyðugt er at nevna her.
Spurdir um tað er kalt, halda teir allir sum ein fyri, at tað er kalt á byrja við – tá teir leypa fyrstu ferð. Men tá teir so hava lopið nakrar ferðir, fáa teir hitan í kroppin. Eisini er umráðandi at hava eina drakt, ið passar til kroppin. Um hon er ov stór, so heldur hon ikki so væl uppá hitan og er tí lætt at gerast kaldur.




