Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unglingarnir hjá Klaksvíkar Talvfelag: Taptu tepurt í Havn – men framvegis á odda

Norðlýsið ÍTROTTUR

Unglingaliðið hjá Kl. Talvfelag var mikukvøldið í Havn og telvaðu oddadyst ímóti Havnini, sum vann 2½-1½, men Klaksvík er framvegis ovast á stigatalvuni.

Í liðkappingini í talvi varð sætta og triðseinasta umfar í unglingadeildini telvað mikukvøldið 7/1-09 kl. 18:00, har oddadystur var millum Havnina og Klaksvík í Havn.

Undan hesum dystinum var støðan í unglingadeildini henda:

1)  Klaksvík           13,0 stig
2)  Havnin               9,0 stig
3)  Sandavágur       6,5 stig
4)  Vestmanna        5,5 stig
5)  Rókur                 4,0 stig

Sambært upplýsingum á heimasíðu Talvsambandsins var úrslitið av oddadystinum mikukvøldið hetta:

Havnin – Klaksvík 2½ – 1½
1. Heidrikur – Hedin Gregersen ½ – ½
2. Sára – Einar Gregersen 1 – 0
3. Johan – Dánjal Petur Jacobsen 0 – 1
4. Rúni – Leivur í Buð 1 – 0

Sigast má, at tað hevur higartil gingið strúkandi hjá Klaksvík í unglingadeildini.

Hóast henda tepra ósigurin er liðið framvegis á odda við 14,5 stigum, meðan Havnin er nr. 2 við 11,5 stigum.

Harleyfacadeacryl