Síðani endurstovnana av Ungt Sjálvstýri hevur felagið verið heldur friðarligt. Hetta er tað ein orsøk til. Vit hava síðani endurstovnani arbeitt miðvíst fyri at tryggja grundarlagið undir ungmannafelagnum. Ein yvirskipaður politikkur er lagdur, átøk eru skipað, mannagongdir eru skipaðir og limir eru tilknýttir. Nú meta vit, at vit eru klár, og fara vit nú at taka ein meira aktivan leiklut í samfelagskjakinum.
Síðani endurstovnani av Ungt Sjálvstýri hevur felagið verið heldur friðarligt. Hetta er tað ein orsøk til. Vit hava síðani endurstovnani arbeitt miðvíst fyri at tryggja grundarlagið undir ungmannafelagnum. Ein yvirskipaður politikkur er lagdur, átøk eru skipað, mannagongdir eru skipaðir og limir eru tilknýttir. Nú meta vit, at vit eru klár, og fara vit nú at taka ein meira aktivan leiklut í samfelagskjakinum.
Vit arbeiða miðvíst ímóti at betra um felagið, og samstundis eisini við at vaksa um felagið.
Vit trúgva fult og fast uppá hugsjónina sum Nýtt Sjálvstýri byggir á, og meta vit, at tað er á miðjuni at flest úrslit vera nádd.
Nú tað stundar til løgtingsval eru fleiri spennandi átøk ávegis í flokkinum. Hesi átøk vera kunngjørd her á heimsíðuni, og eisini á Facebook síðu okkara sum eitur “Ungt Sjálvstýri”.
Um tú hevur rís ella rós, ert tú altíð vælkomin at venda tær til okkum.
Við vón um góða móttøku,
Vegna Ungt Sjálvstýri
Tróndur Ellingsgaard, formaður




