Eftir summarfrítíðina fer ungur HB leikari til Brøndby at spæla fótbólt.
Talan er um 16 ára gamla Símun Sólheim. Hann hevur fyrr í ár m.a. verið partur av U17 landsliðnum, sum spældi seg í EM endaspælið.
– Eg fari í eftirskúla í Brøndby. Ein talentleitari hjá Brøndby hevur sæð meg spælt í Kroatia fyri U17 landsliðið. Eg veit einki endaligt um sáttmála. Ætlanin er, at eg skal spæla við besta U17 liðnum hjá Brøndby, sigur Símun Sólheim við Norðlýsið.
Mynd: uefa.com




