Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungur KÍ leikari til SønderjyskE

Jákup Ósá

15 ára gamal U-landsliðsleikari fer nú at vita, hvussu langt hann kann koma við fótbóltinum uttanlands.

15 ára gamal U-landsliðsleikari fer nú at vita, hvussu langt hann kann koma við fótbóltinum uttanlands.

15 ára gamli Gulak Jacobsen, sum hevur verið á bæði U15 og U16 landsliðnum hjá Føroyum fer eftir summarfrítíðina at royna seg í donskum fótbólti.

– Eg fari at ganga í skúla og so spæla við U17 liðnum hjá SønderjyskE. Málið er at menna meg og koma langt við fótbóltinum uttanlands, sigur Gulak Jacobsen við Norðlýsið.

Tað er ikki ókent, at ungir KÍ leikarar royna seg í SønderjyskE. Jóhan Waag Høgnesen hevur seinastu árini spælt í felagnum. Hann vendur heim aftur í summar eftir lokna skúlatíð.

Mynd: Eli Hentze