Enn er Sigmund G. Jacobsen, ikki komin seg 100% eftir beinbrotið og skaðan, hann fekk í dystinum móti HB í fjør summar, men nú rennur hann dúgliga.
Dagin fyri, at KÍ-hópurin skuldi til Svøríkis at spæla Evropa-Cup dyst, spældi KÍ landskappingardyst við Djúpumýru móti HB.
Um ta tíðina hevði Sigmund Gunnarstein Jacobsen vunnið sær eitt rættiliga fast pláss á KÍ-liðnum sum vinstri bakkur, har hann tóktist trívast væl.
Men í hesum dystinum var Sigmund óheppin at bróta og snara sær vinstra fót og skinnabein sera illa. Øll, sum sóu dystin og hendan tilburðin, munnu seint gloyma, tá hesin 19 ára gamli leikarin lá á vøllinum, meðan vinstri fótur peikaði beint út til síðuna.Tað var ein ótespilig sjón og ógvuliga synd fyri evnaríka vinstrabakkin.
Óneyðugt er at greiða frá, at hesin tilburður broytti alla fótbóltstilveruna hjá Sigmundi. Fyri tað fyrsta slapp hann ikki við til Svøríkis saman við hinum leikarunum, og harumframt var hann liðugur fyri árið sum fótbóltsleikari.
Nú er 2007 farið, og 2008 er skjótt ein mánað gamalt, men enn Sigmund ikki heilt sloppin av við avleiðingarnar av hesum skaðanum.
Vit hittu Sigmund beint eftir venjing fríggjakvøldið, har hann m.a. greiddi frá, at hann framvegis ikki kann venja eins og hinir í Formula-hópinum, tí enn merkir hann eitt sindur til skaðan, tá bóltur kemur upp í venjingina.
Tískil er venjingin hjá Sigmundi enn í stóran mun renni- og styrkivenjingar, og so má tíðin vísa, hvussu skjótt hann fer at kunna venja sum hinir í hópinum.
Sum Norðlýsið skilir, so er Sigmund partur av ætlanunum hjá KÍ-venjarunum fyri kappingarárið 2008, men tað er tó longu nú greitt, at hann ikki verður við av álvara, fyrr enn nakað er liðið inn í kappingina.




