Í morgin, leygardagin, stjórnar Uni Arge einum pallborðsfundi í Café KÍ har høvuðsvenjararnir hjá HB, B36, EB/STR og KÍ fara at práta um fótbólt
Kl. 17:15 leygardagin verður fótbóltsprát í Café KÍ,
sum fyrrverandi landsliðsleikarin og HB toppskjúttin – Uni Arge skipar fyri.
Tosað verður um fótbólt, um kappingina sum stendur fyri framman og
høvið verður at seta panelinum spurningar.
Við pállborðið sita teir fýra fremstu venjararnir í Formuladeildini:
Krysztof Popzcynski, høvuðsvenjari hjá HB
Kurt Mørkøre, høvuðsvenjari hjá B36
Piotr Krakowski, høvuðsvenjari hjá EB/STR
Tony Paris, høvuðsvenjari hjá KÍ.




