Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uni Holm Johannesen í stravsvenjing hjá Norðuratlantsbólkinum

Oliver Joensen

Uni Holm Johannesen, ið gongur í 9 flokki í Kommunuskúlanum í Havn, hevur verið í starvsvenjing hjá Norðuratlantsbólkinum í viku 45 og 46.

Uni hevur, umframt stravsvenjing hjá Norðuratlantsbólkinum, verið tríggjar dagar hjá Socialdemokratunum og ein dag hjá Eindarlistanum. Í starvsvenjing hjá Norðuratlantsbólkinum hevur Uni millum annað verið við til at orða § 20 spurningar, dagført heimasíðuna og verið á vitjan í Statsministeriet.
 
Uni um sína starvsvenjing á Fólkatingi:

”Tað hava verið tvær sera áhugaverdar og spennandi vikur. Eg havi fingið innlit í, hvussu gerandisdagurin er hjá einum politikara er. Eg havi roynt eitt sindur av hvørjum. Millum annað havi eg verið við til ymsu fundirnar, ið politikarnir eru á. Hóast tað eru eini tríggir av slagnum um dagin, og at teir kunnu gerast rættiliga langdrignir, so hevur hetta eisini verið áhugavert. Í skrivandi løtu, vænti eg tó ikki, at eg fari at melda meg í politikk sum eldri, men hvør veit? Eg kann í øllum førum staðfesta, at eg eri blivin eina góða og stuttliga uppliving ríkari, ið eg ongantíð fari at gloyma.”


Myndin er av Una aftanfyri pultin, ið forsætismálaráðharrin vanliga nýtir til tíðindafundir.