Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uni Rasmussen fyrst valdur í Eysturkommunu

Helgi Abrahamsen

Uni Rasmussen úr Gøtu bleiv fyrstvaldur á kommunuvalinum í Eysturkommunu í gjár. Áðrenn valið høvdu vit samrøðu við hann her í Norðlýsinum, og tá segði hann, at hóast hann er blindur, so ætlaði hann sær eftir borgarstjórasessinum, um hann stóð honum í boði.

Uni Rasmussen úr Gøtu bleiv fyrstvaldur á kommunuvalinum í Eysturkommunu í gjár. Áðrenn valið høvdu vit samrøðu við hann her í Norðlýsinum, og tá segði hann, at hóast hann er blindur, so ætlaði hann sær eftir borgarstjórasessinum, um tað stóð honum í boði.

“Eg standi fast við, at eg fari eftir borgarstjórasessinum,” segði Uni, nú vit tosaðu við hann í morgun.

“Her í kommununi er tað vanligt, at fyrst valdi fær møguleikan, og aftaná valið í gjárkvøldi var avtalað, at øll skuldu fara heim at sova áðrenn nøkur samgonga varð skipað” sigur hann.

“Eingin avtala er um nakran fund enn, men eg havi ringt til onkran, sum skuldi tosa við onkran annan,” sigur Uni. Hann heldur tað vera best um býráðið verður skipað skjótt.

Spurdur hvussu nøgdur hann er við valúrslitið sigur Uni, at hann er væl nøgdur. Listi A og Listi E fingu tríggjar býráðslimir í part, Listi C fekk tveir og Listi F fekk ein, men um tríggjar atkvøður høvdu fallið øðrvísi, so hevði A fingið 4 og E hevði fingið 2 umboð í býráðið.