Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

United vann finaluna

John William Joensen

Champions League finalan fer neyvan í søguna sum ein av teimum bestu, men dramatikkur og óhapp eyðkendu dystin har liðini bert megnðu at vísa fóbóltsspæl fyrstu 45 minuttirnar.

Tað skuldi longd leiktíð til og 14 brotsspart fyri at avgerða hvørt Chelsea ella United sluppu avstað við steypinum.

Samanumtikið sóu vit ongantíð tað sum roknast kundi við frá stóru stjørnunum men í fyrstu 45 minuttunum vísti Manchester United hví teir eru enskir meistarar og ti eisini verdigir at verða meistarar í Evropa.

Frálíka málið hjá Ronaldo sum heddaði bólkin í netið eftir innlegg frá Brown var krúnan á verki hjá United.

Beint fyri hálvleik hendi tað sum ikki eigur at henda – men sum ofta hendur í fótbólti.

Makelele skýtur eitt skot móti málinum – sum er púra vandaleyst – men bólturin rkar Ferdinand og bólturin støkkur niður í bortsteigin.

Málverjin hjá United glíður – tá hann skal eftir bóltinum – og far tí einki gjørt tá Frank Lampard – eirindaleyst setur bóltin í netið.

Í seinra hálvleiki var tað Chelsea sum átti dystin men hóst teir høvdu mesta spæli gjørdist tað bert til einar tveir málmøguleikar.

Málverjarnir báðir høvdu ikki nógvar bjargingar í dystinum.
Í longdu leiktíðini tordu liðini als ikki at spæla fótbólt.

Tá farið var í álop vóru í mestalagið tveir leikarar frammi meðan mótstøðuliðið hevði níggju mans í verjuni.

Chelsea átti a vunni tá Lampard rækti stongina við einum framúrskarandi skoti.

Tað sum liðini ikki megnaðu at vísa í fótbóltsleiki bleiv gott gjørt við dramatiskum hendingum – sum m.a. tá Chelsea leikari sá reytt.

Tað sum gjørdi dystin spennandi var at hetta var Champions League finalan og at ein vinnari skuldi finnast undir øllum umstøðum.

Og hetta var kaldi veruleikin tá brotssparksskappingin var í hæddini.

Chelsea hevði møguleikan at vinna tá liðskiparin brendi. So var møguleikin hjá United og endin var at teir fóru avstað við steypinum – uttan at hava sagt okkum hyggjarum at teir vóru betur enn Chelsea.

Tillukku Manchester United