Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upp á Risan við Extreme Faroe Islands

Jóhann Lutzen

Nærum alt føroya fólk fær nú møguleika at fara niðan á Risan. Extreme Faroe Islands fer at bjóða út: gongutúrar, klintritúrar, sígutúrar og sum nakað heilt nýtt í føroyskum høpi, so fer Extreme Faroe Islands at skipa fyri túrum niðan á Øldina og Risan við ferðaleiðara (klintri guide)

Øll starvsfólk hjá Extreme Faroe Islands eru antin klintriinstruktørar ella hava altjóða góðkend klintriskeiðir við yvirbygnaði ið inniheldur allan aktivitetet ið fer fram í felagnum umframt royndir.

Túrarnir hjá Extreme Faroe Islands eru settur upp soleiðis at tey ið luttaka ikki hava tørv á royndum innan klintring. Á Ølduni eru trin sett í klettin sum tú tekur seg upp eftir, samstundis sum tú ert tryggjaður í klintrienda. Á Risanum eru eingi trin, har verður tú hivaður upp við einum spæli, samstundis sum tú ert tryggjaður í klintrienda. Sigið verður omanaftur.

Ein skal verða 16 ár ella eldri fyri at luttaka á túrunum niðan á Ølduna og Risan. 16 og 17 ára gomul skulu framvísa undirskrift hjá foreldrunum fyri at luttaka. Annars eru bert krøv til at tú skalt passa teir klintriseðlar ið felagið hevur. Á www.extremefaroeislands.com ber til at lesa meira um túrarnir.

Tað er John Petersen ið hevur stovnað felagið, og leiga Øldina, Risan og Kellingina. Í fyrstu atløgu verður møguligt at fara niðan á Ølduna og Risan.