Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upp í 2000 pund á Norðhavinum

Oliver Joensen

Sum skilst, so hava snellubátarnir norðanfyri ikki fingið tað heilt stóra burturúr enn, tó eru teir komnir upp í eini 2000 pund.

Av Fiskamarknaðinum á Kósini frætta vit, at einir 12 snellubátar hava avreitt til Fiskamarknaðin, men at fiskiskapurin ikki hevur verið tann heilt stóri.

Einir tríggir bátar hava fingið upp í uml. 2000 pund, ímeðan flestu aðrir hava ligið úr uml. 1000 pundum og niður í 5-600 pund.