Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðsølan útsett

John William Joensen

Sum skilst er landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum noyddur at taka uppboðsøluna úr lógaruppskotinum, hann hevur lagt fyri tingið. Tað hevur ljóða at Aksel V. Jóhannesen hevur boða frá at um uppskotini um fólkapensjónina og uppboðsøluna ikki verða samtykt, leggur hann frá sær sum løgmaður. Men sum skilst er hetta neyvan sannlíkt og Tjóðveldi er til reiðar at bíða til 2018 eftir uppboðsøluni.

Sum skilst er landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum noyddur at taka uppboðsøluna úr lógaruppskotinum, hann hevur lagt fyri tingið. Tað hevur ljóða at Aksel V. Jóhannesen hevur boða frá at um uppskotini um fólkapensjónina og uppboðsøluna ikki verða samtykt, leggur hann frá sær sum løgmaður. Men sum skilst er hetta neyvan sannlíkt og Tjóðveldi er til reiðar at bíða til 2018 eftir uppboðsøluni.

Kristin Michelsen gjørdi púra greitt at antin tekur Høgni Hoydal uppboðsøluna burtur úr lógaruppskotinum ella bleiv uppskotið felt í løgtinginum.

Sum skilst stendur Kristin Michelsen ikki einsamallur, tí í Landsstýrinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi er mótstøða móti uppboðsøluni. Men tingfólkini hjá Tjóðveldi vilja vísa landsstýrismanninum loyalitet, tí tað er hann sum eigur uppskotið.

Standa spyrjandi

Tað eru fleiri samgongufólk, sum standa spyrjandi um uppboðsøluna, tí tað var greitt at ósemja var um hetta í samgonguni tá samgongan varð skipað. Tí er uppboðsølan heldur ikki nevnd í samgonguskjalinum og tí hava fleiri samgongulimir biði Høgna Hoydal um at lata bólkin, sum skal gera eina nýggja fiskivinnuskipan, gera sítt arbeiði fyrst.

Tann 27. januar 2015 høvdu vit eina samrøðu við Hendrik Old og tá gjørdi hann greitt at hann fór ikki at stuðla eini uppboðssølu av fiskirættindum:

Eiga at lurta eftir teimum sum arbeiða í fiskivinnuni

Henrik Old, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum er stúrin um arbeiði við einari nýggjari skipan fyri fiskivinnuna. Eg fari ikki at góðtaka at politiska skipanin trýstir eina nýggja skipan omanyvir tey sum skulu liva og virka í og av høvuðsvinnu okkara.

Hendrik Old sigur at ein nýggjur vinnupolitikkur má gerast í samstarvið við tey sum virka í vinnuni.

– Tað er neyvan nakað land í heiminum sum selur alt sítt tilfeingið á uppboðssølu og tí má ein uppboðssøla avmarkast til nýggj fiskasløg ella inndrigin loyvir sum koma afturat. Tað kann als ikki góðtakast at politiska skipanin pr. 1. februar boðar frá at øll loyvi verða tikin frá verandi aktørum og seld til hægst bjóðandi.

– Eg haldi heldur ikki at vit kunnu brúka eina kvotaskipan tí tað hóskar sera illa hjá ávísum bólkum sum eitt nú línuflotanum.…. Hetta er høvuðsvinnan talan er um og tí kunnu nakrir fáir politikkarar ikki bara læsa seg inni í einum rúmið og uppfinna eina nýggja skipan, sigur Henrik Old.