Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðssølan hongur í klønum tráð

Danial Viðoy

Soleiðis orðaði Kringvarpið seg á middegi, tá ið samrøða varð gjørd við Kristin Michelsen, tingmann fyri Javnaðarflokkin.

Soleiðis orðaði Kringvarpið seg á middegi, tá ið samrøða varð gjørd við Kristin Michelsen, tingmann fyri Javnaðarflokkin.

– Ongin hevur gjørt nakra avtalu við meg um at selja uppisjóvarfisk og fisk í Barentshavinum á uppboðssølu, segði Kristin Michelsen í tíðindunum á middegi.

Kristin Michelsen tekur sæti aftur í tinginum í morgin.

So statt er lagnan hjá uppboðssøluni enn ógreið. Hann mælir framvegis til, at arbeiðsbólkurin, sum skal endurskoða fiskivinnuna, verður settur. So at hesin bólkurin kann koma við uppskoti á Ólavsøku, sum ætlanin hevur verið.

Hevur ikki tikið støðu enn

– Tað er so ein spurningur, um mann tekur undir við tí. Tí tað, sum sagt var har, at tað var semja gjørd Men tað var eingin semja gjørd við meg, sigur Kristin Michelsen. Kristin hevur ikki skriva undir upp á, at uppskotið kann leggjast fyri Tingið, tí tað hevur eykamaður hansara gjørt.

– Hendan uppboðssølan er av svartkjafti, sild, makreli og Barentshavinum, og skal brúkast til nakað, at arbeiða víðari við. Men tað sum undrar meg, er at tú skalt hava sild og makrel við. Arbeiðsbólkurin skal vera ferdigur á Ólavsøku, og aftaná Ólavsøku. Tað er ikki fyrrenn tá, at fiskiskapurin av sild og makreli byrjar, sigur javnaðartingmaðurin m.a.

Teir tríggir formenninir halda seg ikki til samgonguskjalið

– Eg skilji ikki hví mann ikki heldur seg til samgonguskjalið. Tað er tað, sum eg geri púra greitt.

– Eg tími ikki at koma í eina líknandi støðu, at mann vil skunda okkurt í gjøgnum, eins og við flatskattinum og pensjónunum fyri fýra árum síðani. Tað hevði verið betur við einum góðum dialogi við vinnuna. Tí undrar tað meg, at teir koma við tí nú, sigur Kristin Michelsen við Kringvarpið.

Hann hevur ikki givið nakra tilsøgn, um hann fer at taka undir við uppskotinum um uppboðssølu.

– Eg havi ikki givið váttan upp á, at eg taki undir við eini uppboðssølu. Eg haldi meg til samgonguskjalið. Men at mann kann flyta seg, tá ið arbeiðsbólkurin kemur við sínum, kann vera. Eg eri ikki ímóti eini uppboðssølu, men eg eri ímóti at vit ikki halda okkum til samgonguskjalið, sum hesir tríggir formenninir ikki gera.

Harleywoodpaint