Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppborin heiður til KÍ-málmannin: Jákup Mikkelsen kosin ‘Ársins KÍ-leikari 2008’

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir seinasta heimadystin hjá KÍ í ár varð málmaðurin, Jákup Mikkelsen, av Bláu Bylgjuni heiðraður sum “Ársins KÍ-leikari 2008”.

Á samkomu í KÍ-café’ini týskvøldið savnaðust Formulaleikararnir hjá KÍ saman við viðhaldsfólki og hjálparfólkum.

Hendan samkoman skuldi ætlandi verða eftir dystin sunnudagin, men varð flutt, av tí at dysturin millum KÍ og NSÍ varð fluttur til týskvøldið.

Tað var næstformaðurin í Bláu Bylgjuni, Hans J. Heinesen, sum vegna stuðulsfelagið heiðraði Jákupi Mikkelsen og handaði honum eina gávu sum tekin um heiðurin.

Tá ið Hans J. hevði sagt nøkur orð um Jákup og hansara framúr avrik fyri KÍ í ár og hevði handað honum heiðursgávuna, takkaði Jákup hjartaliga fyri heiðurin og segði síðan nøkur jalig orð um KÍ, áskoðararnar og takkaði fyri teirra stuðul.

Eingin ivi er um, at Jákup Mikkelsen er rætta valið av Ársins KÍ-leikara 2008, tí hansara týdningur fyri Formulaliðið í kappingarárinum, sum nú endar leygardagin, hevur verið og er ómetaligur.

Ferð eftir ferð hevur Jákup við sínum framúr bjargingum hildið KÍ við í avgerandi dystum, soleiðis at felagið nú, tá ið avtornaði, hóraði undan niðurflytingarspøkilsinum, sum hevur hótt KÍ ein stóran part av hesum kappingarárinum.

Onkur hevur tikið til, at vánaliga úrslitið hjá KÍ í ár hevur gjørt, at Jákup hevur hildið formin ótrúliga væl, tí á KÍ-liðnum hevur hann í flestu dystum havt úr at gera, og tað hevur so aftur gjørt, at hann hevur verið kanska betri enn nakrantíð fyrr, bæði fyri KÍ og fyri A-landsliðið.

Um hetta er so, kunnu vera fleiri meiningar, men eitt stendur so í øllum førum fast, og tað er, at Jákup í 2008 hevur verið tann týdningarmesti leikarin hjá ítróttarflaggskipinum í Norðoyggjum, sum er Formuladeildarliðið hjá KÍ, og tí er tað fult uppiborið og eitt rætt val, sum Bláa Bylgjan hevur gjørt, nú teir hava kosið Jákup Mikkelsen til Ársins KÍ-leikara 2008.

Hjartaliga tilllukku, Jákup, og takk fyri nógvar fantastiskar bjargingar og avrik fyri KÍ í 2008!

Tøkk til Bláu Bylgjuna fyri teirra stóra, sjálvbodna arbeiði til frama fyri KÍ og at skapa ein dyggan stuðul uttan um felagið og ein jaligan og festligan dám til dystirnar hjá KÍ!

Harleywoodpaint