Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppflyting í eygsjón

Danial Viðoy

Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager VK við føroyskari umboðan er nú tætt uppflyting í bestu donsku flogbóltsdeildina. Í dag vunnu tær 3-0 á heimavølli ímóti Gentofte í fyrstu finaluni teirra millum.

Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager VK við føroyskari umboðan er nú tætt uppflyting í bestu donsku flogbóltsdeildina. Í dag vunnu tær 3-0 á heimavølli ímóti Gentofte í fyrstu finaluni teirra millum.

Settúrslitini í dagsins dysti vóru 25-14, 25-20 og 32-30.

Og sum skilst og sum skiljandi er, var triðja og seinasta settið sera spennandi. Hvørgan av liðunum vildi geva seg og tíanbetur fyri tær úr AVK fall settið í teirra fyrimun.

Undirritaði var ikki á staðnum, men sum settúrslitini vísa, gjørdist dysturin tættari og tættari sum frá leið. Og triðja sett varð hæddarpunktið í dystinum.

Vinna tær úr AVK tað næstu finaluna ímóti Gentofte, er besta danska flogbóltsdeildin ein veruleiki.

Gentofte endaði í ár á aftasta plássi í Elituni, sum er besta deildin. Vinnarin av 1. deild, AVK, fekk tískil Gentofte sum mótstøðulið at dystast um pláss í Elituni.

LES EISINI:

UPPFLYTING Í BESTU DEILDINA NÆRKAST

EINA, SOFÍA OG BIRGIT HAVA VUNNIÐ DEILDINA GREITT

NÚ ÆTLA TÆR FØROYSKU AT SPÆLA Í BESTU DONSKU FLOGBÓLTSDEILDINI