Súni Fríði Barbá var sum venjari við til at tryggja B68 uppflyting til Effodeildina í ár.
Men greitt er, at hann heldur ikki fram. Súni Fríði hevur ikki A-venjaraútbúgving og kann sostatt ikki venja lið í bestu deildini. Heldur ikki sjálvt um hann eftir ætlan byrjar uppá A-venjaraútbúgvingina í 2016.
Men Súni Fríði gevst helst ikki við fótbóltinum í 2016, tí stendur tað upp til hansara, so er ikki óhugsandi, at hann átekur sær nýggja uppgávu onkustaðni, um boð vera eftir honum, sigur Súni Fríði við Norðlýsið.
Súni Fríði er helst tann venjarin í Føroyum seinastu árini, sum oftast hevur verið við til at flutt upp úr deildum. Tí síðani 2010 eru lið, har hann hevur verið venjari, fýra ferðir flutt upp. Við 07Vestur úr 2.deild og upp í 1.deild í 2010, við MB úr 3. deild og upp í 2.deild í 2012, við MB úr 2.deild og upp í 1.deild í 2014 og við B68 úr 1.deild og upp í Effodeildina í 2015.
So er bara spurningurin, hvar uppflytingar serfrøðingurin verður í 2016?




