At broyta fyriskipanar Guds, hevur álvarsligar avleiðingar. Orðini: Saul; Saul! Hví søkir tú at mær, ”Hvør ert tú, Harri?” ”Eg eri Jesus, Hann sum tú søkir at Saul fekk boðini, far inn í staðin so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gerða, Saul reistist upp av jørðini lat eyguni upp men sá einki, Hann bleiv leiddur inn í Damaskus. Í tríggjar dagar var hann uttan sjón og hvørki át ella drakk. Lærisveinur ið æt Ananias við hann segði Harrin í sjón ”Ananias” Hann svarðaði ”Her eri eg, Harri! Harrin segði, Reis teg, spyr í húsi Judasar eftir Saul, úr Tarsus – tí hann bíður Saul hevði í sjón sæð mann, ið eitur Ananias koma inn og leggja hendurnar á seg, fyri at hann skuldi fáa sjón sína aftur, Ananias, svaraði ”Harri, eg havi hoyrt um hendan mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt heiløgu tínum, Hann hevur vald frá myndugleikunum at binda tey sum ákalla navn Títt. Harrin segði Far! Hesin er Mær útvaldur at bera fram navn, mitt, Hann skal verða fyltur av heilaga andanum.
Saul fekk navni Paulus.
Loynimál Lógloysisins, virkar longu; Hann sum heldur aftur, má fáast av vegnum, Tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus, skal drepa við anda muns, Síns, og gerða til einkis við opinbering komu Sínar, koma Harrans verður eftir sterku virkan Satans við øllum mátti lygnirnar teknum og undrum og við øllum svíkum órættvísinar, fyri tey sum fortapast aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til Sannleikan so tey kundu verða frelst, Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini tey skulu verða dømd, sum ikki hava trú sannleikanum, sanleikin er at Gud sendi son sín Jesus til jarðar at verða skuldoffur fyri mannaættina, Jesus ynskti at gerða Faðirsins vilja, og Hann fullførdi verki, á krossinum Faðirin í Himli prógvaði tæt við at reisa Jesus upp av deyðum páskamorgun, tí er lukkuligi lutur menniskjanna at til egnað sær bjargingina í Kristi fullgjørda verki og sæli lutur menniskjuna er at faðirin í himli sær á sín, son, hvat frelsu manna viðvíkur, lívd í hesum krossverki, gevur frið. Ta sum ein takkar fyri, hevur ein trúgv á. Faðirin elskar sonin og hevur givið Honum alt í hond.
Fyri hvørt menniskja á foldum er frelsuverk, Kristusar nóg mikið. Støður verða at taka, í foldarlívi okkara annars, tí er umráðandi at tær ikki stríða ímóti fyriskipanum Guds. Hjúnalag er sett av Gudi ímillum mann og kvinnu.
Gud sigur, vit skulu kenna tíðarandan, men ikki fylgja tíðarandanum í hesum heimi. Satan setti seg uppímóti Gudi og vildi gerast javnbjóðis við Gud. Tí varð neyðugt at stoyta hann niður til jarðar. Tá fór hann at forfylgja mannabørnum, sum vóru skapt í Guds mynd, og her var kvinnan lættari offri. Hann segði, hevur Gud sagt nei einki skulu tit doyggja um tit eta av fruktini. Kvinnan tók fruktina, át av henni, gav manni sínum, og hann át. Hetta hevði avleiðingar fyri alla mannaættina. Tað er vist ikki av tilvild at kvinnurnar ganga á odda í hesum máli.
Vit hava sovandi Bisp, prestar, trúboðarar og samkomuleiðarar ella eru teir blindi og vilja helst tekjast fjøldini, sum er tað lættasta.
Vit eru komin til tað tíð, eisini á okkara leiðum, at tað kemur at hava forfylging at standa upp á Harrans síðu. Til tað sigur Harrin. Tá skulu tit lyfta høvur høgt, so hvørt sum dagurin nærkast. (Endurloysingardagurin).
William Dam




