Í samband við avgerðandi dystin um fm-heiti hjá kvinnunum millum Stjørnuna og Neistan skipar Stjørnan fyri upphiting við anlitsmáling v.m. í KÍ Caféini leygardagin kl. 12:00.
Fyri at gera rammurnar um alt avgerðandi dystin um fm-heiti hjá kvinnunum í KÍ-Høllini leygardagin uppaftur betur, enn tær vóru hósdagin, skipar Stjørnan fyri upphiting við anlitsmáling v.m. í KÍ Caféini frá kl. 12:00. Heitt verður á viðhaldsfólk hjá Stjørnuni um at møta mannsterk, soleiðis at vit eru klár í góðar tíð.
Dysturin byrjar kl. 14:00.




