Á miðdegi byrjaði upphitingin til stóra hondbóltsdystin í KÍ – høllini, ið er settur at byrja kl. 14.00.
Tá vit vóru í høllini við myndatólinum, var upphitingin farin ígongd og stemningurin var "elektriskur". Høllin er pyntað sum ongantíð áður til ein hondbóltsdyst og alt í alt eru karmarnir av teim bestu.
Bæði yngri og eldri fingu andlitini "pyntaði".
Um hálvan tíma verður dysturin bríkslaður ígongd.




