Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppí 49 metrar um sekundið

Helgi Abrahamsen

Veðrið er ringt á morgun, og vindmátararnir hjá Landsverki vísa heilt uppí 49 metrar um sekundið í hvirlunum. Mesti vindurin er máldur á Porkerishálsi, og hóast onkur støð eru, har ættin er góð, so er sum heild vindur allastaðni.

Veðurmaður okkara, Hanus Kjølbro sigur, at vindurin fer at minka spakuliga seinnapartin, men ikki fyrr enn mikumorgunin verður vindferðin komin niður um 15 m/s.

Samferðslan er nógv darvað av veðrinum. Flestu ruturnar hjá Bygdaleiðum eru avlýstar og tað hevur havt við sær, at fleiri skúlar hava avlýst skúlagongdina í dag.