Stig eru tikin, til at fara í holt við eitt nútímans uppisjóvarvirkið í Fuglafirði.
Felagið, sum skal byggja og reka virkið eitur P/F Pelagos, bleiv stovnað týsdagin 27. januar 2014. P/F Havsbrún, Sp/F Framherji og P/F Palli hjá Mariannu stovnaðu felagið við einum byrjandi partapeningi á 50 milliónir kr.
Nýstovnaða felagið P/F Enni, sum í eina tíð hevur arbeitt við at finna lokalar íleggjarar til verkætlanina, gerst væntandi partur av ætlanini í næstum.
Í nevnd felagsins eru Odd Eliasen, Anfinnur Olsen og Eyðun Rasmussen. Odd Eliasen er formaður. Eyðun Rasmussen erfyribilsstjóri, Nevndin arbeiðir við at finna ein stjóra til felagið.
Virkið fer at standa sunnalaga á havnlagnum í Fuglafirði. Ein høll á 5.800 fermetrar verður bygd, sum skal hýsa framleiðsluni. Økið har virkið skal byggjast á er byggibúgvið. Vestanfyri framleiðslubygningin er stór og góð bryggja við 12 metra dýpi. Stóra frystigoymslan hjá Bergfrost, sum tekur 16.000 tons er næsti granni eystanvert framleiðslubygningin.
Avtalur eru gjørdar við fleiri av høvuðsveitarunum til virkið. Íslendska fyritøkan Skaginn hf er høvðusveitari av útgerð til framkomna virkið. Skaginn hevur drúgvar royndir sum veitari av útgerð til uppisjóvarvirkir, millum annað í Íslandi og Føroyum.
P/F Pelagos skal ætlandi byrja at taka ímóti fiski í juli mánaða í ár, og tá fer virkið at hava eina frystiorku á 600 tons um døgnið. Umframt at frysta heilan fisk fer Pelagos eisini frá fyrsta degi at kunna heysa og skera flak.
Vegna P/F Pelagos
Odd Eliasen
Nevndarformaður
Tlf 215160




