Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppliv klintring upp á Trøllkonufingur beinleiðis á alnetinum

Danial Viðoy

Ein av næstu døgunum, tá ið tað viðrar, fara fimm ungir mans at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur, ið stendur sunnanfyri Vágoynna. Tað serliga við hesum klintritúri er, at tú og eg kunnu fylgja beinleiðis við, meðan teir klintra. Klintrararnir fara nemliga í samstarvi við Vodafone, sum stuðlar túrinum, at leggja myndir og filmsbrot út á alnetið.

Ein av næstu døgunum, tá ið tað viðrar, fara fimm ungir mans at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur, ið stendur sunnanfyri Vágoynna. Tað serliga við hesum klintritúri er, at tú og eg kunnu fylgja beinleiðis við, meðan teir klintra. Klintrararnir fara nemliga í samstarvi við Vodafone, sum stuðlar túrinum, at leggja myndir og filmsbrot út á alnetið.

Tað skrivar Vodafone.

Ungu menninir – Pætur Jødal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen, Bergur Mikladal og Baldur Meitil – eru ikki óroyndir klintrarar. Teir hava tikið skeið í klintring, og fleiri teirra hava klintrað saman áður m.a. upp á Øldina, Risan og Kellingina, Tindhólm og Ytra Koll.

– At vera djørv er partur av okkara DNA – tí vóru vit beinanvegin við uppá hesa verkætlan, sigur Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone. Við hjálp frá okkara nýútbygda farneti kunnu vit varpa beinleiðis av Trøllkonufingri umvegis 3G. Harvið kunnu vit øll verða partur av avbjóðandi upplivingini hjá djørvu ungu monnunum, meðan teir hanga í leysari luft 300 metrar yvir vatnskorpuni.

Fylg við, meðan teir klintra
Með
an teir klintra fara teir at leggja myndir og filmar út á Snapchat og Instagram umvegis fartelefon. Hesir sosialu miðlarnir eru nógv brúktir av føroyingum, ið kunnu fylgja beinleiðis við klintrarunum við longu nú at leita eftir ‘vodafoneforoyar á báðum platformum.

Tey, ið ikki nýta hesar miðlar, kunnu fylgja við inni á vf.fo/trollkonufingur, har somu myndir og filmsbrot kunnu síggjast.

Felix Baumgartner og Trøllkonufingur
M
øguleikin at fylgja beinleiðis við tíllíkum roysnisbragdi gjørdist kendur, tá ið Felix Baumgartner hoppaði úr 39 km hædd, og fólk um allan heim kundu fylgja beinleiðis við á alnetinum. Hesufer er talan um at sigra á gátuføra fingrinum, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

Túrurin er mettur at taka tveir dagar, har ungu mennirnir fara avstað tíðliga um morgunin. Teir klintra upp á Ovaraskarð, sum er umleið 260m uppi, har teir yvirnátta í soviposum, um pláss er. Á middegi dagin eftir er ætlanin at standa á toppinum, og síðani at vera niðri í bátinum aftur um kvøldið.

Ikki fyrstu ferð
Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi annan vøttin á toppinum. Hann fór uppaftur eftir honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt niður og doyði.

Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at krúnprinsur Frederik VII var á vitjan. Teir komu ikki longur upp enn umleið 200-260m.

Í 2012 eydnaðist tað so einum toymi at koma upp á toppin fyri fyrstu ferð (um gamla søgnin ikki verður tald við).

Hesaferð verður møguleiki at fylgja túrinum, meðan hann er. Far inn á Snapchat ella Instagram og leita eftir vodafoneforoyar – beint nú.