Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppruddingin eftir løgmanssfinaluna var tikin av skránni týskvøldið

John William Joensen

Forsetin í FSF og formaðurin í kappingarnevndin høvdu gjørt avtalu við HB og B36 um at helvtin av inntøkunum frá finaluni um løgmannsteypið skuldi fella til havnafeløgini, hóast hvørki av feløgunum luttóku í finaluni og Tórshavnar Kommuna eigur vøllin.

Beint undan Ólavsøku tók rættiligt rok seg upp í fótbóltssambandinum tí Víkingur og EB/Streymur, sum møttust í løgmannsfinaluni, fingu at vita at helvtin av inntøkunum frá finalidystinum skuldið fella til Havnafeløgini.

Hetta høvdu forsetin í FSF og formaðurin í Kappingarnevndini gjørt avtalu um, men endin var at partarnir avtalaðu at royna at finna eina nýggja semju.

Men hóast fleiri royndir at finna semju hevur tað ikki eydnaðst og tí er finalan um løgmannsteyði framvegis ikki avroknað.

Starvsnevndin í FSF hevur gjørt greitt at hon tekur ikki undir avtaluni sum forsetin hevur staði fyri og havnafeløgini hava hinvegin hildið fast við avtaluna.

Ætlanin var at starvsnevndin í FSF á fundi týskvøldi skuldi koma til eina niðurstøðu í málinum – men málið var tikið av skránni.

Sum Norðlýsið skilir vilja havnafeløgini í mestalagið slaka niður á ein triðing av inntøkunum – vísandi til lyftini frá forsetanum.

Um málið finnur eina loysn í nærmastu framtíð er ógreitt tí sum Norðlýsið skilir hava feløgini uttan fyri høvuðsstaðin ilt við at skilja hví HB og B36 skulu hava stórar inntøkur burtur úr einum finaludysti millum Víking og EB/Streym, sum var leiktur á einum vølli sum Tórshavnar Kommuna eigur.

Undan finaluni skrivaðu 14 feløg undir eitt mótmælisskriv og forsetin lovaði at tey skuldu fáa svar skjótast gjørligt.
Síðani er einki hent í málinum.