Nú nýggir eigarar eru komnir á Kósina, eru uppsagnir framdar og hetta kemst av at vit í summum førum hava egið arbeiðisfólk, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri.
Tað hevur ljóðað, at fleiri fólk eru vorðin søgd úr starvi á Kósavirkinum, og tí vendu vit okkum til Jóhan Páll Joensen, stjóra um hendan spurning.
Jóhan Páll sigur, at nýggju eigararnir hava egið fólk til fyrisiting og annað og tí eru uppsagnir framdar á Kósini. Vit hava valt at siga fólk úr starvi, sjálvt um vit skulu brúka nøkur afturat teimum, vit longu frammanundan hava og tí fara vit nú at tosað við hvønn einstakan aftur og helst fer onkur at fáa starv aftur, um ynski er um tað.
Uppá fyrispurning okkara, um hví fólkini onki hava fingið at vita fyrr, sigur Jóhan Páll Joensen, at gomlu eigararnir hava arbeitt eftir sínum premissum og vit eftir okkara, og tá søla og keyp av Kósavirkinum bert tók fáar dagar, so er úrslitið, at vit ikki fyrr enn nú hava kunna skipa hesi viðurskifti.
Lítið útboð av fiski
Vit spurdu eisini Jóhan Páll Joensen, stjóra, um nógv arbeiði hevur verið á Kósini, síðani teir yvirtóku. Jóhan Páll sigur, at nakað av arbeiði hevur verið, men útboði av fiski hevur verið lítið í seinastuni. Orsøkin er ikki at fiskur fer av landinum, men heldur tí at hetta er ring fiskitíð og hartil hevur veðrið verið sera ólagaligt.
Nýggju eigararnir komu fyrst inn á virkið hósdagin í síðstu viku.




