Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppsalamenn stak væl nøgdir við heystið

Oliver Joensen

Jens Pauli Sólstein, ognarmaður á Uppsølum sigur um heystið úr haganum í ár, at menn halda árið í ár hava verið tað besta í eitt langt áramál.

Tað komu 150 til býtis í ár, 22 lomb og 3 ær til hvønn sætting, so væl er ikki komið undan tað eg veit um, sigur Jens Pauli Sólstein.

Um orsøkina til framgongdina veit eg ikki rættuliga hvat eg skal siga, men sjálvur haldi eg, at tað at vit hava verið á fjalli í apríl og givið seyðinum medisin, hevur havt góða ávirkan.

Fyrr róku við Líðargonguna í rættina á Torvkletti, men tað hava vit ikki gjørt seinnu árini, nú reka vit alt heim á Horn (t.e. rættin omanfyri Uppsalar, við tyrlupallin).

Sera væl hevur eisini gingið við rakstrinum, og eg haldi at tað at vit hava rikið alt heim á Horn um várið og um heystið hevur gjørt at seyðurin kennir mannagongdina og er tí betur at fáast við.

Tá liðugt var, fóru 183 av rættuni og út aftur, tað er eisini eitt tað mesta eg veit um. Vit hava nú seinnu árini slept 28 lombum upp, ímeðan vit í ár sleptu 22. Gamla skipanin var 66 áseyðir í Keldum og 114 í Líðuni. Seyðurin í Líðuni gongur úti alt árið og fær ikki afturat um veturin.

Jú, sigur Jens Pauli Sólstein at enda. Eg eri sera væl nøgdur við heystið í haganum í ár og tað sum eg havi hoyrt frá øðrum, er tað sama, øll hava verið nøgd, sum eg havi frætt frá, so tað er væl. Tað er at fegnast um at so er, tí soleiðis hevur minni enn so altíð verið.