Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot til almannagagnlig bústaðafeløg til hoyringar

Umhvørvismálaráðið

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur í dag sent til ummælis uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn.

 

Tveir megintættir eru í uppskotinum. Annar er, at kommunur fáa heimild til, saman við Húsalánsgrunninum, at stovna almannagagnlig bústaðafeløg. Hin er, at lániheimildin hjá Húsalánsgrunninum verður hækkað við 350 mió. kr.,  soleiðis at grunnurin fær heimild til at læna 1.050 mió. kr. til at fíggja bústaðabygging kring landið.

Umframt megintættirnar eru eisini aðrar broytingar í uppskotinum, sum kann síggjast á her.

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er sett til mánadagin 13. november 2023 kl. 12:00.