Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot til samtyktar um langtíðarløguætlan

John William Joensen

Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin leggja uppskot um langtíðarløguætlan

Tjóðveldi – Sjálvstýrisflokkurin

– Løgtingið staðfestir, at alstórur tørvur er á at samtykkja eina langtíðarløguætlan fyri løgur landskassans, ið røkkur minst 10 ár fram, og sum hevur varðandi politiska undirtøku tvørturum skiftandi samgongur og landsstýri.
– Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at kalla umboð fyri allar politiskar flokkar saman at semjast um langtíðarløguætlan fyri í minsta lagi 10 tey komandi árini.

Viðmerkingar
Ein av afturvendandi trupulleikanum í føroyskum fíggjar- og búskaparpolitikki – og í samfelagspolitikki sum heild – er tilvildarligur og skiftandi íløgupolitikkur.

Íløgusamtyktirnar hjá Løgtinginum eru eitt av høvuðsamboðunum til fíggjar- og búskaparpolitiska stýring, og íløgurnar eru samstundis avgerandi fyri menningina av øllum samfelagnum og møguleikarnar og trivnaðin í ymsu økjunum kring landið.

Kortini hevur gingið ómetaliga striltið at semjast og leggja framtíðarætlanir fyri íløgur landsins, og tað hevur verður til óbótaligan skaða fyri alt samfelagið og fyri politisku ábyrgdina hjá øllum landsins fólkavaldu.

Í fyrsta lagi elvir hetta til, at ein ørgrynna av politiskum verkætlanum verða bornar fram á torg frá ymsu flokkunum og tingfólkunum – serliga upp undir val – sum sjálvsagt allar hava týdning og virði, men sum ikki verða framdar tá samanum kemur, tí kostnaðurin er fleiri ferðir størri, enn fíggjarlógin kann bera.

Í øðrum lagi elvir hetta til, at íløgurnar verða ikki nýttar sum eitt fíggjar- og búskaparpolitiskt amboð og sum eitt broytingaramboð, tá tørvurin er størstur. Hinvegin hava skeivar og tilvildarligar íløgusamtyktir í mong ár elvt til fíggjarpolitiska skeiva gongd og hava kynt undir búskaparligar trupulleikar.

Í triðja lagi er ongin ivi um, at júst vantandi semjurnar um íløgurnar hava verið fremsta orsøk til politiskan óstabilitet og til stríð í samgongum og flokkum seinastu mongu árini.

Í fjórða lagi skapar ein vantandi íløguraðfesting brostnar vónir og misálit á alla ta politisku skipanina kringa alt landið.

Og í fimta lagi kann sláast fast, at vantandi og skiftandi íløgupolitikkur elvir til fíggjarlig tap fyri landskassa og samfelagið alt, tí vantandi tilrættislegging og skiftandi avgerðir kosta stórar upphæddir og mistar pengar.

Tá búskapurin og fíggjarpolitikkurin er farin av lagi og altjóða kreppur herja, er ongantíð meira týdningarmikið at nýta íløgur landsins á rættan hátt.

Metast má neyvt um raðfestingar innan ymsu samfelagsøkini sosum vanliga infrakervið, sosialmál, heilsumál, útbúgving, gransking, mentan, bústaðir o.s.fr.

Og møguleikin er greiður at bróta slóð innan umhvørvispolitikk, grøna orku og altjóða infrakervi, sum verða avgerandi tættir í menningini hjá øllum londum burturúr altjóða fíggjar-, framleiðslu, orku- og umhvørviskreppuni.

Tí verður mælt til, at landsstýrið beinanvegin kallar umboð fyri allar flokkar saman at gera eina bindandi semju og avtalu um íløgur landsins, sum røkkur í minsta lagi 10 ár fram – og helst 15-20 ár.

Á Løgtingi 24. apríl 2009

Kári á Rógvi Kári P. Højgaard

Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen Annita á Fríðriksmørk

Bjørt Samuelsen Hergeir Nielsen

Sjúrður Skaale Bergtóra Høgnadóttir Joensen