Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um misálit verður lagt fram í dag

Helgi Abrahamsen

Limir í íslendska Altinginum, sum Norðlýsið hevur tosað við, siga, at andstøðan fer at leggja fram uppskot um misálit á Sigmund Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharra, í dag, men uppskotið kemur tó ikki til atkvøðugreiðslu fyrr enn í morgin ella mikudagin.

Í løtuni sær út til at meiriluti kann fáast fyri uppskotinum, men alt kann tó henda innan atkvøðugreiðsluna, sigur ein altingslimur úr andstøðuni.

Sigmudur Davíð Gunnlaugsson er komin í politiskt ódnarveður eftir at tað er komið fram, at hann er partur av júst avdúkaðu gøluni um skattskjól. Sjálvur ætlar hann ikki at leggja frá sær.