icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um nýtslu av útfyllingini í miðbýnum fyri býráði í kvøld

John William Joensen

Fimm almenn mál eru á skránni til fyrsta býráðsfundin í 2008, sum verður í kvøld kl. 17:30

Fyrst á skránni er mál um at nýta útfyllingina í miðstaðarøkinum til húsvognaøki í summar.

Havandi í huga, at alt fleiri kampistar koma til Føroya á hvørjum ári, og tey mongu tiltøkini sum skulu verða í býnum komandi summar, so sum Summarfestivalurin, Sjómannadagurin og Norðoya¬stevnan, og at býurin fyllir 100 ár, mælir Tekniska Umsiting til, at útfyllingin við Sandin, sum ein roynd, verður gjørd til húsvognaøki summarmánaðirnar 2008.

Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U. dagf. 09.01.08. Ein minniluti í Fíggjarnevndini, Steinbjørn O. Jacobsen og Kristian Fríðrik Olsen taka undir við tilmæli frá T.U. dagf. 15.01.08.

Ein annar minniluti Kristian Eli Zachariassen og Erik Andreasen taka støðu í býráðnum.

Í samband við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar Kommunu hevur spurningurin verið frammi um at seta upp eina standmynd á økinum við Gamla Kirkjugarð.

Á fíggjarætlanini 2008 eru kr. 500.000,- settar av til endamálið, men seinastu tølini vísa ein væntaðan kostnað uppá áleið 1 mió. kr.

Mentanarnevndin mælir til, at standmyndin verður reist sambært fyriliggjandi uppskoti og leisti. Umsitingin kannar hvar møgulig fígging kann útvegast aðrastaðni frá.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmæli frá MeN 16.01.08.

Veljast skal eisini ein nýggjur limur/formaður í ferðslunevndina fyri Hans Arna Bertholdsen, ið hevur sagt sessin frá sær.

Býráðsfundurin verður týskvøldið kl. 17.30 og er almennur

Harleyfacadeacryl