Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um Stjórnarskipan Føroya verður enn einaferð felt í løgtinginum í dag

John William Joensen

\”Same procedure as last year, James!\” 12 mió. kr. hevur uppskotið kosta skattgjaldarunum, men hóst hetta er tað í dag vorðin siðvenja at uppskotið skiftir ímillum at detta burtur ella at verða felt í løgtinginum.

 Same procedure as last year, James!” 12 mió. kr. hevur uppskotið kosta skattgjaldarunum, men hóst hetta er tað í dag siðvenja at uppskotið skiftir ímillum at detta burtur ella at verða felt í løgtinginum.

Grundleggjandi ósemjan er tann sama og tí verður uppskotið felt enn einaferð í løgtinginum.

Ósemjan er um spurningin hvussu man ferð frá núverandi skipan, sum byggir á heimastýrislógina, til eina nýggja skipan. Talan er um veruligt hjartablóð hjá Tjóðveldi sum var stovnsett sum mótmæli móti Heimastýrislógini, sum kom í gildi 1. apríl 1948.

Tjóðveldi hevur gjørt greitt at flokkurin fer ongantíð at góðkenna verandi heimastýrislóg og tá verandi stjórnarskipan beinleiðis vísir til heimastýrislógina slepst ikki víðari.

Við øðrum orðum er ósemjan grundleggjandi tann sama at flokkarnir á løgtingið ikki eru samdir um hvat okkara statsrættarliga grundarlag er í dag.

Sum onkur hevur tikið til at so leingi sum teir á brúnni ikki eru samdir um hvørja havn føroyska skútan liggur í – so er ógjørligt at seta kós.

Málið hevur verið til viðgerar í Rættarnevndini men her er einki nýtt komið burtur úr uttan tað at tað nú hoyrist at Miðflokkurin eisini krevur at Stjórnarlógin skal umfata rættindi hjá ófødda barninum og at staðfestast skal at hjúnarlag er millum mann og kvinnu og ikki millum tvey av sama kyni. Uppskotið kemur til  2. viðger nú seinrapartin og eins og siður er fer neyvan at tróta upp á røðarar í løgtingið. Tá løgtingslimir eru lidnir við orðafloymin verður málið sjálvandi felt.

“Same procedure as last year, James!”

Álit frá rættarnevndini

Málið byrjaði í 1999, tá nevnd við umboðum fyri politisku flokkarnar og samfelagsfrøðingarsambært løgtingslóg fór undir arbeiðið at gera grundlóg fyri Føroyar. Hetta arbeiðið helt fram tildesember 2006, tá nevndin, sum tá arbeiddi við málinum tann 18. desember 2006 lat løgmanniuppskot til Stjórnarskipan Føroya.

Løgmaður legði ikki uppskotið fyri Løgtingið, men legði ístaðin 27. apríl 2007 (lm. nr. 115/2006)uppskot til samtyktar fyri tingið um, at seta § 25 nevnd at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya viðstøði í uppskotinum frá nevndini.

Hetta uppskotið varð samtykt 1. mai 2007, t.e. fyri júst 6 árum síðani, og varð § 25 nevnd sett atgera nýtt uppskot til stjórnarskipan. Henda nevndin datt burtur á ólavsøku 2007, og hendi ikki meiraí málinum, fyrrenn allar flokkar ólavsøkudag 2009 løgdu fram uppskot um at velja § 25 nevnd atgera uppskot til nýggja stjórnarskipan (lm. nr. 1/2009).

Hetta varð samtykt og nevndin skipað, og í mars 2010 legði nevndin fram uppskot til løgtingslógum stjórnarskipan (lm. nr. 140/2009). Málið var ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.

Poul Michelsen legði uppskotið fram aftur í august 2010 (lm. nr. 11/2010) og varð tað beint ínýggja § 25 nevnd, sum legði álit fyri Løgtingið 3. mai 2011. Málið varð við 2. viðgerð beint aftur ínevnd og kom ikki aftur, áðrenn tingsetan endaði.

Staðfestast kann, at tá arbeiðið byrjaði av álvara í 2009, var semja í tinginum um, at Føroyar skulduhava eina nýggja stjórnarskipan, men um partar av innihaldinum var ongin semja um, serliga hvatviðvíkur partinum um stýrislag, men eisini um aðrar partar av uppskotinum.

Drúgva arbeiðið í teim báðum seinastu § 25 nevndunum hevur borið ávøkst, og í seinasta álitinum,sum lagt varð fram í 2011, var semja um nógvar tættir í uppskotinum, men tær ósemjur, sum ennvóru, eru grundleggjandi serliga í kapitlunum um stýrislag og rættindi og skyldur borgaranna.Uppskotið, sum nú er til viðgerðar, tekur í stóran mun støði í áliti nr. 11/2010, men eru nýggjviðurskifti tikin við t.d. um beinleiðis fólkaræði, og er heldur ikki semja um viðurskifti avmoralsk/etiskum týdningini.

Nevndin er samd um, at uppskotið er eitt gott grundarlag fyri einari nýggjari stjórnarskipan, mennevndin hevur ikki tað stutta tíðarskeið, nevndin hevur havt málið til viðgerðar, havt stundir at gevamálinum ta viðgerð, tí tørvar, og heldur tað er skilabest.

Á fundi í Rættarnevndini greiddi løgmaður frá, at onki stendur í samgonguskjalinum um nýggjastjórnarskipanarlóg, men um onki hendir í málinum, so fer hann at taka málið upp í landsstýrinum

at fyrireika ein leist fyri, hvussu arbeiðið kann halda fram, og síðan fyrireika uppskot til nýggjastjórnarskipan.

Við hesum mælir meirilutin tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu) ásannar, at føroysk stjórnarskipan, samtykt av fólkinum, ergrundarlagið undir einum framkomnum og fólkarættarliga skipaðum føroyskum samfelag.

Tað er fallið okkum føroyingum í lut at skipa okkara egna samfelag her á oyggjunum í samstarvivið og virðing fyri brøðratjóðum okkara her í heimi. At smíða stjórnarskipan, sum skiparkjølfestandi rættarkarm um rættindi okkara, treytir og ábyrgdir móti hvørjum øðrum, er eittbeinleiðis framhald av okkara menning sum menniskju og sum tjóð.

Drúgva tilgongdin í arbeiðnum at menna og orða Stjórnarskipan Føroya sigur okkum, at allir partarí politisku skipanini hava lagt lunnar undir komandi stjórnargrundarlag føroyinga. Allir partar eigatí rós uppiborið fyri at hava borið hetta kjølfestandi arbeiðið higar á leið, hóast tað enn restar í atfinna endaligu semjuna.

Tað er í dag semja millum allar flokkar, um stóran part av innihaldsligu ásetingunum í lógini. Skalrøkkast á mál við arbeiðinum, er týdningarmikið, at allir flokkar framhaldandi fáa ávirkan áarbeiðið at smíða komandi Stjórnarskipan Føroya.

Stjórnarskipanaruppskotið hevur ikki fingið tað rúmd og viðgerð í Rættarnevndini, sum eitt sotýdningarmikið og avgerandi mál eigur at fáa. Fyri ikki at siga onga viðgerð yvirhøvur. Hóast tað,so metir minnilutin uppskotið vera so mikið væl úr hondum greitt, so væl kjølfest í politiskuskipanini allari, og somikið fullfíggjað sum stjórnarligt grundarlag undir føroyska fólkinum, atminniluitn mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Rættarnevndin, 3. mai 2013

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Kristin Michelsen

Reimund Langgaard

Gerhard Lognberg

Eivin Jacobsen

Páll á Reynatúgvu

Brandur Sandoy