Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um størri opinleika

John William Joensen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur skjýtur upp at geva býráðslimum møguleika at seta fram munnligar fyrispurningar á býráðsfundum, nú ætlanin er at sjónvarpa beinleiðis frá býrásfundum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur skjýtur upp at geva býráðslimum møguleika at seta fram munnligar fyrispurningar á býráðsfundum, nú ætlanin er at sjónvarpa beinleiðis frá býrásfundum.

Býráðslimurin setur fram uppskot um, at Klaksvíkar kommuna í framtíðini fer at gera eina royndarætlan, við at hava munnligar fyrispurningar.

”… Munnligur fyrispurningar skulu verða á 3. hvørjum býráðsfundi, har spyrjarin skal hava ein minut at spyrja í, ímeðan formaðurin í viðkomandi nevndum somuleiðis skal hava 1 min. svara uppá fyrispurningin.

Formaðurin í viðkomandi nevnd skal hava munnliga fyrispuringin skrivliga í hendi, seinast eina viku áðrenn býráðsfundin , fyri á tann hátt hava góða stundir at seta seg inn í málið.

Eg havi valt at lagt hettar uppskotið fram, nú býráðsfundirnir verða streamaðir, soleiðis, at allir býraðslimir skulu hava møguleika at spyrja um mál, sum hava teirra áhuga. Tað verður á tann hátt lættari bæði hjá borgarum og býráðslimum at fylgja við, tá tað snýr seg um mál, sum t.d.taka langa tíð.

Fyrispurningurin skal max verða í ein minut og svarið somuleiðis ein minut.

Uppskotið fer harafturat betra um gjøgnumskygni hjá komununi og uttan yva eisini ofta umrødda “manglandi kunning….”

Soleiðis skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í uppskotið sum verður lagt fyri býráðið í næstum.