Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina hongur í klønum tráði

Helgi Abrahamsen

Tað stóð nógv á samgonguni, tá Heðin Mortensen og Kristin Michelsen á tingfundinum í gjár skutu upp at beina uppskotið um at broyta hjúnabandslógina aftur í Trivnaðarnevndina. Áðrenn málið kom til atkvøðugreiðslu varð tingfundurin niðurlagdur, meðan samgonguflokkarnir tosaðu saman. Sum skilst fingu Heðin Mortensen og Kristin Michelsen á tí fundinum greið boð um at atkvøða ímóti, at málið varð beint aftur í nevnd, men teirra svar var, at um málið kom til atkvøðugreiðslu, so fóru teir at atkvøða ímóti uppskotinum.

Endin var, at 26 tingfólk atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd, men spurningurin er, hvat nevndin skal gera við málið nú. Stóra avbjóðingin hjá Trivnaðarnevndini hevur verið at sannført tinglimir um, at kirkjur og samkomu verða ikki ávirkað av lógarbroytingini, og so seint sum í gjáramorgunin varð eitt broytingaruppskot lagt fram um hetta, men framvegis var tað ikki nóg mikið til at sannføra tey ivandi.

Broytingaruppskotið var ein fløkja

Í broytingaruppskotinum varð skotið upp, at lógin skal ikki setast í gildi, fyrr enn grein 14, stk. 2 verður strikað. Henda greinin gevur borgarliga giftum rætt at vera signað í kirkjum.

Um hetta hevði verið samtykt saman við hjúnabandslógini, so kundu tinglimir komið í eina rættiliga løgna støðu, tá uppskot um at strika grein 14, stk. 2 hevði komið í tingið. Tí um ein tinglimur hvørki hevði tikið undir við at samkynd skuldu kunna giftast og ei heldur at teirra hjúnaband skuldi kunna signast í kirkjuni, so hevði hann ikki havt møguleika at atkvøtt eftir síni sannføring. Við at trýst á ja knøttin, hevði hann atkvøtt ímóti at kirkjan kundi signað samkynd hjúnaløg, men ja atkvøðan hevði samstundis tikið undir við, at broytingin í hjúnabandslógini varð sett í gildi. Við at atkvøtt nei, hevði tinglimurin sagt nei til at sett broytingina í hjúnabandslógini í gildi, men hevði samstundis tikið undir við, at kirkjan kundi signa samkynd hjúnabond.

Hetta er ein av fløkjunum, sum Trivnaðarnevndin nú má loysa, og einki bendir á, at tann loysnin verður løtt at finna.