Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskotið um at broyta hjúnarlagslógina er liður í einum málrættaðum taktikki

John William Joensen

Árni Gregersen, sum skrivar dagliga úr løgtinginum gjøgnum heimasíðuna ting.fo, sigur at tey sum hava lagt uppskotið um broytingar í hjúnalagslógini fyri tingið vantaðu ongantíð at uppskotið fór at verða samtykt, men tey gera hetta, sum ein liður í eini búningarprosess, tí flestu politikarar vanta at tað er ein spurningur um tíð til samkynd sleppa at ganga í hjúnarlag í Føroyum.

Í morgun viðger løgtingið uppskot sum merkir at samkynd eiga at sleppa at giftast borgarligt. Uppskotið tryggjar teimum somu rættindi, sum øðrum í føroyska samfelagnum.

Árni Gregersen, sum skrivar dagliga úr løgtinginum gjøgnum heimasíðuna ting.fo, sigur at tey sum hava lagt uppskotið um broytingar í hjúnalagslógini fyri tingið vantaðu ongantíð at uppskotið fór at verða samtykt, men tey gera hetta, sum ein liður í eini búningarprosess, tí flestu politikarar vanta at tað er ein spurningur um tíð til samkynd sleppa at ganga í hjúnarlag í Føroyum.

– Slakur triðingur í Løgtinginum fyri, at samkynd sleppa at giftast borgarligt, eg haldi at talan er um 9 tingfólk sum fara atkvøða fyri .Spurningurin um samkynd skulu sleppa at giftast er eymur og gevur vanliga heitt kjak í Føroyum. Sum støðan er í løtuni, so fer samgongan ikki at atkvøða fyri málinum, tí tað var avtalað, tá ið samgongan var gjørd. Miðflokkurin er tann flokkurin, sum er harðast ímóti hesum.

Men tað er ikki bert Miðflokkurin, sum er ímóti. Í løtuni sær út til, at bert nýggju tingfólk fara at atkvøða fyri uppskotinum, sum sostatt fer at fella í tinginum.

– Higartil hevur orðaskifti verið jaligt og virðiligt og nógv fólk hevur fylgt orðaskiftinum í tinginum. Serliga væl umboðaði millum áhoyrararnar hava nei sigararnir verið.

– Men sum sagt so eru uppskotsstillarar samdir um at talan er um eina búningarprosess sum ofta er vanlig at brúka í málum sum man ynskir at fáa gjøgnumførd.