Sambært ráðharrastovuni hjá Mariu Damanaki verður uppskotið um handilstiltøk sent nevndarlimunum í Fiskivinnu nevndini so teir hava ríkiligar stundir at fyrireika seg og taka støðu á fundinum, sum verður um mánaðarskiftið.

Hóast stjórin í uttanríkistænastuni og føroyski sendimaðurin í Bruxell í dag søgdu við Kringvarpið at endaliga uppskotið, sum Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, skuldi lata serligu nevndini, sum umsitur fiski- og alivinnu, ikki er vorðið til nakað kortini, og at tíðarfreistin at lata limalondunum uppskotið til viðgerar var í gjár – so vísa embætisfólk á skrivstovuni hjá Mariu Damanaki aftur at talan er um nakra seinking.
– Vit hava framhaldandi einki konkret uppskot fingið úr Føroyum um eina semju og tí eru ongar samráðingar í løtuni. Tí gongur arbeiði at evna uppskotið um handilstiltøk sína gongd.
– Tað verður nú sent nevndarlimunum í til ummælis og sjálvandi hava teir góða tíð til at seta seg inn í uppskotið og taka avgerð áðrenn mánaðarskifti.