Nærdemokratiið hevur fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin – men nú er umráðandi at umstillað seg var niðurstøðan av fundinum hjá Norðoya Sambandsfelag gjárakvøldið
Løgtingssamtyktin um Føroyar sum eitt valdømi var viðgjørd á almennum fundi á Klaksvíkar Sjómansheimi í gjárkvøldið.
Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri almennum fundi á Klaksvíkar Sjómansheimi, har tingmanning Sambandsfloksins var við.
Størsta orsøkin til at fundurin varð hildin, var ósemjan um løgtingssamtyktina um Føroyar sum eitt valdømi, har limir í Norðoya Sambandsfelag og meirilutin av tingmanning Sambandsfloksins, ikki hava drigið somu línu.
Felagið hevði fingið Dáva Winther at vera orðstýrara, og hesa uppgávuna greiddi hann væl.
Hóast sjónarmiðini sum komu fram á fundinum vóru rættiliga ymisk, so var hýrurin góður. Umleið 30 fólk vóru møtt á fundinum.
Ein bumba undir demokratiið
Fleiri vístu á at tað var undir allan kritikk at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi bara var trýst ígjøgnum tingið.
M.a. helt John Kári Jacobsen, skipari, úr Hvannasundi, at tað nú fór at vera næstan ógjørligt hjá monnum sum búðleikast á sjónum at blíva valdir á ting.
Tann demokratiska skipanin hevði fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin og sárini vóru djúp.
Men fundurin ásannaði at nú eru føroyar eitt valdømi og tí var nógv tosað um hvussu farast skal fram við uppstillingini.
Uppstillingin samskipast
Fleiri hildu at ikki var ráðiligt at skerja listarnar ov nógv – men heldur áttu flokkarnar at stilla upp eftir fólkatalinum – tvs. at um Sambandsflokkurin í Norðoyggjum stillar fýra valevnir upp til løgtingið – so skal suðurstreymur stillað tólv valevnir upp.
Víst varð m.a. á at um bert seks valevni eru á listanum í suðurstreymi kann flokkurin í norðoyggjum bert stilla ein upp – um hesin skal hava nakran møguleika at verða valdur.
Menn vóru ósamdir um hvat best var at gera men niðurstøðan var at veljarafeløgini eiga at gera eina greiða avtalu um hvussu farast skal fram við uppstillingini til løgtingið.
Hóast fleiri nýttu høvi til at vísa á sína misnøgd við at ein partur av løgtinginum avtók økisumboðanina – so var hýrurin góður og eftir at almenni fundurin var niðurlagdur varð práta leingið um onnur viðurskifti.




