Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Borac Banja Luka-KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld er ársins týdningarmiklasti dystur hjá KÍ á skránni.

Seinni dysturin í 3. umfari í Europa League verður í Bosnia & Hersegovina í kvøld. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu frá fyrra dystinum og í kvøld fáa vit at síggja, um tað er nokk. Kemur KÍ víðari her, so hevur KÍ tryggjað sær deildarspæl í Conference League. Deildarspæl tí frá 2024-2027 verður kappingin eftir play-off skipað sum ein deild við 36 liðum heldur enn átta bólkar á fýra liðum. Hesaferð verður spælt í heimligum umstøðum hjá Borac Banja Luka við m.a. grasvølli og mongum hitastigum.

Hjá KÍ eru nærum allir leikarar við á ferðini. Undantikið Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg og Jonn Johannessen, sum eru skaddir.

Dysturin í Banja Luka byrjar kl. 20.00. Dómari verður Georgi Kabakov úr Bulgaria.

 

Greinin er rættað kl. 09.30

Harleyfacadeacryl