Í kvøld verður avgjørt, um KÍ skal spæla í Europa League- ella Conference League-bólkaspælinum.
Munurin millum bólkaspølini er, at Europa League er størri kapping. Har eru m.a. betri mótstøðulið og har eru fleiri pengar.
Hjá FC Sheriff hevur liðskiparin Amine Talal framvegis leikbann. Hjá KÍ eru nógv ivamál. Claes Kronberg er skaddur, meðan Ahmed Latif ikki slapp inn í landið vegna manglandi loyvið. Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva, Hallur Hansson, René S. Joensen og Páll A. Klettskarð kunnu allir flokkast sum ivasamir, men teir er við í hópinum, so helst spæla fleiri av teimum ein leiklut.
Dysturin í Tiraspol byrjar kl. 18.00. Dómari verður Halil Umut Meler úr Turkalandi.


