Í dag verður seinni dystur í 1. umfari í Champions League.
Fyrri dysturin endaði 0-0 og tí er spenningurin varðveittur. Hóast tað, so má stórfelagið úr Ungarn metast sum stórfavorittur í dag. Hjá KÍ er Odmar Færø tøkur aftur eftir leikbann. Markus O. Pettersen, Hallur Hansson, Mads B. Mikkelsen og Páll A. Klettskarð eru allir við í Ungarn, men óvist er, hvønn leiklut, um nakran, teir koma at spæla. Av teimum er Páll helst tann, sum er mest ivasamur.
Dysturin í Budapest byrjar kl. 17.00. Dómari verður David Šmajc úr Slovenia.


