Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: Fleiri ivasamir leikarar

Jákup Ósá

Tað er stórt ivamál um fleiri av profilunum hjá liðunumundan fjórðingsfinaluni sunnudagin.

 

Sunnudagin verður fjórðingsfinala í kappingini umløgmanssteypið í Klaksvík millum KÍ og ÍF. Fyri stuttari tíð síðani leiktuliðini 3-3 javnleik í landskappingini, so lagt er upp til ein javnan ogmálríkan dyst.

 

Hjá KÍ er stórt ivamál um fleiri av leikarunum. HjalgrímElttør, Atli Danielsen og Kristoffur Jakobsen hava drigist við skaðar í vikuniog eru allir ivasamir, meðan Meinhardt Joensen nærum ikki hevur vant hesavikuna. Av hesum verður tó væntað, at Hjalgrím og Meinhardt vera við frábyrjan.

 

Hjá ÍF er stóra ivamálið um Clayton Soares og sum skilstbendur nógv á, at hann verður ikki við frá byrjan. Bogi Reinert Petersen og JákupJohansen hava heldur ikki leikt seinastu dystirnar.

 

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00 og dómari verður RúniGaardbo.