Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: KÍ-AIK

Jákup Ósá

KÍ spælir í kvøld sín fyrsta dyst í Europa kapping í 10 ár.

Í kvøld skal KÍ spæla sín á pappírinum truplasta dyst í kanska fleiri ár.

Mótstøðuliðið er svenska stórfelagið AIK. AIK endaði í fjør á 2. plássi í bestu svensku deildini og veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva um, at hendan dystin vinnur AIK mest sannlíkt. Bara 1,28 ferðir pengarnar aftur gevur ein sigur til AIK. Men eingin dystur er avgjørdur frammanundan og spennandi verður at síggja, hvat KÍ kann á hesum støðinum, har tað er talan um fyrsta Europa dyst hjá flestu KÍ leikarunum, í øllum førum í KÍ. Hetta verður eitt mótstøðulið, sum væntandi er á væl hægri støði enn eitt vanligt lið úr Effodeildini, so tí kann ein siga, at hetta kanska er truplasti dysturin hjá KÍ í fleiri ár, ja kanska síðani í 2007, tá KÍ seinast var í Europa kapping. 

Hjá KÍ eru væntandi allir mans tøkir uttan Sørmundur Kalsø. Hjá AIK fer liðið helst at líkjast nógv tí, sum spældi venjingardyst í síðstu viku, men møguliga vera U21 landsliðsleikararnir við aftur frá byrjan. Teir vóru tá upptiknir av EM endaspælinum. Á tíðindafundinum hjá AIK segði svenski venjarin, Rikard Norling, at AIK fór at stilla við sterkastu uppstilling.

Dysturin, sum er tann fyrsti hjá KÍ í Europa kapping í 10 ár, byrjar á ovara vølli í Gundadali kl. 19.00. Dómari, sum fær debut í altjóða fótbólti, verður Michal Ocenáš frá Slovakia.