Í kvøld spælir KÍ ein av størstu dystum í søgu felagsins, tá play-off dystur í Evropa League er á skránni.
Vinnarin av samlaðu uppgerðini sleppur í bólkaspælið í Europa League, meðan taparin fer í Conference League bólkaspælið.
Hjá KÍ eru fleiri ivamál til dystin. Hallur Hansson og Páll A. Klettskarð hava ikki verið tøkir síðstu dystirnar og eru eisini ivasamir hesaferð. René S. Joensen fór skaddur út móti 07 Vestur og ivasamt er, hvussu álvarsamt tað er. Mads B. Mikkelsen og Jonn Johannessen spældu síðsta dyst, men hava ikki vant fult við onkra av venjingunum uppundir hendan dystin. Harafturat er ivamál um aðrar sum t.d. Claes Kronberg, sum ikki var við seinast.
Play-off dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.45. Dómari verður Rade Obrenovič úr Slovenia.


