Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Olimpija Ljubljana

Jákup Ósá

Í kvøld spælir KÍ tann heimadystin í bólkaspælinum, har tølini á pappírinum geva besta møgleikan til at vinna.

KÍ hevur fingið sítt fyrsta stig í bólkinum og nú fer KÍ eftir at vinna sín fyrsta dyst. Meistararnir úr Slovenia vitja, og sambært veddingarfyritøkunum er Olimpija Ljubljana favorittur, men ikki serliga stórur. Tað hava øll hini vitjandi liðini hjá KÍ í ár verið. Tí sigur pappírið, at møguleikin hjá KÍ er størstur her at vinna.

Hjá KÍ eru nærum allir leikarar tøkir av teimum, sum hava spælt í altjóða fótbólti í ár. Ivamál er um Heina Vatnsdal, men hann nærkast at blíva tøkur.

Dysturin á Tórsvølli í kvøld byrjar kl. 17.45. Dómari verður Harm Osmers úr Týsklandi.

Harleyfacadeacryl