Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Radnicki 1923

Jákup Ósá

Í kvøld fellir avgerðin um, hvør skal víðari til 3. umfar í UEFA Conference League.

Tað endaði 0-0 í Serbia, og tí er alt opið undan seinna dystinum á útseldum leikvølli. Hjá KÍ eru allir leikarar tøkir uttan Jonn Johannessen, ið neyvan verður við. Eisini málverjin Mark F. Jensen er tøkur eftir, at hann mátti binda frið seinast eftir skaða. Radnicki 1923 spardi fleiri leikarar í vikuskiftinum og onkrir vóru sjúkir, men teir flestu væntast tøkir.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.45. Dómari verður Roman Jitari úr Moldova.