Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Slovan Bratislava

Jákup Ósá

KÍ spælir í kvøld sín síðsta heimadyst í minniliga 2023-kappingarárinum.

KÍ fær vitjan av stóra felagnum í Slovakia, Slovan Bratislava. Undan dystinum er Slovan Bratislava trý stig frammanfyri KÍ, men vinnur KÍ, so fer KÍ framum undan síðsta umfarinum.

Hjá KÍ eru Markus O. Pettersen, Luc Kassi, Árni Frederiksberg og Hallur Hansson ikki tøkir. Heini Vatnsdal er ivasamur. Hjá Slovan Bratislava er liðskiparin Vladimir Weiss skaddur, meðan Lucas Lovat hevur leikbann.

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 17.45. Dómari verður Kristo Tohver.