Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: KÍ-TB/FC Suðuroy/Royn

Jákup Ósá

Í dag verður ein áhugaverdur dystur leiktur í Klaksvík millum nummar 2 og 5.

Tað er eitt sindur av trýsti á KÍ liðnum undan dystinum eftir, at báðir FM kappingarneytarnir, Víkingur og NSÍ, vunnu stórsigrar á botnliðum fyrr í vikuskiftinum. KÍ kann við sigri leggja seg ájavnt við Víking, sum er oddalið, í stigum. KÍ og TB/FC Suðuroy/Royn hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, og tá var talan um spennandi dyst, sum KÍ vann 2-1 við máli í síðstu løtu. Síðani tá hava suðuroyingar styrkt liðið við fleiri leikarum, so spennandi verður at síggja, um suðuroyingar vera enn sterkari eftir summarsteðgin eftir eina góða fyrru hálvu. Hjá KÍ ræður um at koma væl frá byrjan eftir summarsteðgin, og júst tað at vinna fyrsta dystin eftir summarsteðgin hevur seinastu árini víst seg at vera sera trupult. Bara tvær ferðir seinastu 14 árini hevur tað eydnast at vunnið fyrsta dystin eftir summarsteðgin. 

Hjá KÍ eru fleiri leikarar ikki tøkir. Meinhardt Joensen er langtíðarskaddur, meðan Atli Danielsen, Sørmundur Kalsø og David Langgaard møguliga sita uttanfyri vegna skaðar. Hjá TB/FC Suðuroy/Royn er vert at leggja til merkis, at Salmundur Bech er tøkur aftur eftir skaða. Hann verður mettur av teimum flestu at vera ein lyklaleikari hjá suðuroyingum, tá hann er heilt frískur.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00 og dómari verður sambært ki.fo Ransin N. Djurhuus.